Fekk fullan stuðul

.

Nevndin í Havnar handverkarafelag fekk fullan stuðul á ársaðalfundi felagsins mikukvøldið.

Tveir nevndarlimir, Harry Johannesen og Kaj Niclasen stóðu fyri vali og teir vóru at kalla einmælt afturvaldir.

Somuleiðis tók aðalfundurin undir við teimum málum, nevndin legði fram.

M.a. avgjørdi fundurin at flyta úr húsinum í Stoffalág, omanaftur í gamla húsið í Tróndargøtu 16, har í Sambandsflokkurin nú húsast.

Nevndin heldur, at tað gamla húsið liggur betri fyri og at tað fer at verða lættari at savna limirnar í tí húsinum, heldur enn uppi í Stoffalág, sum er meiri avsíðis.


Fundur um pensjónina

Eitt annað stórmál, sum var fyri á aðalfundinum, var at stovna pensjónsgrunn, sum limirnir skulu hava afturat fólakpensjónini Nevndin í Havnar Handverkarafelag hevur arbeitt rættiliga hart fyri at limirnir skulu fáa ein pensjónsgrunn, so teir ikki bara skulu hava fólkapensjónina at líta á. Tað arbeiðið er nú við at koma undir land. Eyðfinn Petersen, formaður í Havnar Handverkarafelag, sigur at ætlanin er at hava eykaaðalfund um tríggjar vikur, har ið nevndin fer at leggja fram, hvørjir møguleikar eru. Og tá er ætlanin, at limirnir skulu taka støðu til, hvørja pensjón, teir vilja hava.