Fekk fulla spælitíð í javnleiki

Jóan Símun Edmundsson var eyðsýndur í málleysum javnleiki hjá Arminia Bielefeld í kvøld.

Jóan Símun Edmundsson var sum vant ímillum teir fyrstu 11, tá ið lið hansara, Arminia Bielfeld, í kvøld var á vitjan hjá FC Magdeburg í næstbestu týsku deildini. Føroyski landsliðsleikarin byrjaði á høgra vongi.


Talan var stundum um gott spæl, men tað var ikki nógv av uppløgdum málmøguleikum. Arminia Bielefeld var meira á bóltinum og hevði eisini fitt av skotroyndum, men tær flestu vóru útifrá og lítið vandamiklar.


Tó var Jóan Símun tætt við at leggja gestirnar á odda í fyrra hálvleiki, tá ið hann við høgra beini smekkaði til ein returbólt. Bólturin fór beint framvið handaru stong.


Í seinna hálvleiki hevði Jóan Símun at síggja til ein meira frían leiklut. Hann var við í nógvum og var eyðsýndur, men tað endaði við málleysum javnleiki. Jóan Símun spældi allan dystin og fekk eisini eitt gult kort.


Við einum sigri í kvøld hevði Arminia Bielefeld lyft seg heilt upp á 2. pláss, men teir eru nú nummar níggju við átta stigum fyri fimm dystir í tí ógvuliga jøvnu 2. Bundesliga. Næsti dystur verður leygardagin heima ímóti Union Berlin.