FÓTBÓLTUR
Enn hevur eingin gloymt, hvussu landskappingin endaði í 2006, tá EB/Streymur leingi var klárt á odda, men í evstu løtu misti meistaraheitið, tá liðið seks minuttir fyri tíð mátti lúta fyri KÍ á Mølini á Eiði, samstundis sum HB við tveimum málum í næstsíðsta og síðsta minutti ímóti ÍF í Gundadali fór við øllum.
Ta ferðina var Sámal Erik Hentze hjálparvenjari hjá Piotr Krakowski í EB/Streymi, men hesa ferð var hann høvuðsvenjari hjá HB. Og tað hevur ikki verið sørt, at tankarnir hjá Sámal Eriki hava leitað aftur til endan á kappingarárinum fyri trimum árum síðani.
– Eg minnist slett ikki 2006, tí eg haldi, at eg havi fortrongt tað, sigur hann fyrst skemtandi, tá hann verður spurdur um hesi nógv umrøddu gummibeinini, ið fleiri hildu seg síggja á HB-liðnum í nøkrum av síðstu dystunum.
– Nei, hetta hevur absolutt spøkt, og serliga eg havi hugsað nógv um tað, hvat kundi gerast øðrvísi. Og tað hevur kanska verið ein fyrimunur fyri meg, at eg kanska fingið brúkt hetta. Í øllum førum havi eg kunnað hugt at, hvat kanska var gjørt skeivt tá, samanborið við í dag.
Droymt um tað
Uttan at koma nærri inn á uppskriftina, kunnu vit í øllum førum staðfesta, at Sámal Erik Hentze onkursvegna fann vegin fram við forðingunum, ið hann og Piotr rendu seg í í 2006, og tí var hann ovurfegin leygardagin, tá hann hevði fingið gullheiðursmerkið um hálsin.
– Henda kenslan er heilt góð. Hetta er fantastiskt og óbeskriviligt. Alla hesa vikuna havi eg hugsað um tað. Tankarnir hava fokið gjøgnum høvdið, og tað er bara heilt fantastiskt. Og skal eg vera púra erligur, so havi eg droymt um hesa løtuna, segði Sámal Erik Hentze.
– Tú hevur altíð ein dreym, og við kappingarbyrjan var málið, at vit skuldu gerast føroyameistarar og taka avbjóðingina upp við øll hini liðini. Eitt er, hvat tú sigur og eitt annað, hvat tú heldur, men tíbetur helt tað allan vegin ígjøgnum. Hetta er bara fantastiskt.. Tað var frálíkt