Fekk flest atkvøður men fer frá

Sjálvt um sosialdemokratiski flokkurin fekk flest atkvøður á tjóðartingsvalinum í Kekkia í gjár og í dag, verður tað eftir øllum at døma ein høgravend samgongustjórn, sum skal stýra landinum tað næsta valskeiðið.

Tað staðfesti formaðurin hjá sosialdemokratunum, Jiri Paroubek, seinnapartin, og samstundis boðað ihann frá, at hann leggur frá sær sum floksformaður.

-Eg fari frá um einar 7 - 10 dagar, segði Jiti Paroubek, sum var kekkiskur forsætisráðharri í 2005 og 2006.

Á valinum hesaferð fingu sosialdemokratarnir 22,1 prosent av atkvøðunum. Tann høgrasinnaði borgaraflokkurin fekk 20,2 prosent, men alt bendir kortini á, at tað verður borgaraflokkurin, sum fer at skipa samgongu saman við tveimum øðrum flokkum.