Løgreglan mátti í nátt upp í leikin, tá ið tveir blaðungir vágadrongir vóru farnir til hendurs. Bardagin endaði við, at annar tveitti eina fløsku høvdið á hinum. Hann fekk ikki stórvegis skaða uttan at hann skurðslaði seg. Men drongurin, sum brúkti fløskuna, verður nú skuldsettur fyri harskap.
- Harðskapur verður ikki góðtikin og nú, hann verður skuldsettur, kann hann so fáa tann lærupengan beinanvegin á sínum unga aldri, at slíkur atburður fær avleiðingar, sigur løgreglan.
Annars hevur tað verið stak friðarligt hjá løgregluni í nátt.