Løgreglan hevur havt nógv at gera av ungum fólki, sum høvdu verið til heystveitslu í Høllini á Hálsi í Havn.
– Tað var ein rúgva av fólki í býnum í nátt, aftan á eina heystveitslu í Høllini á Hàlsi í gjárkvøldið, greiðir vaktleiðarin á politistøðini í Havn frá í morgun.
– Har var ymiskt, onkur var dottin, og nógv ung fólk høvdu drukkið ov nógv, so tað hava vit brúkt nógva tíð uppá, sigur vaktleiðarin.
Ein maður hevur fingið eina fløsku í andlitið. Hann fekk skaða og fór á Landssjúkrahúsi.
– Í slíkum føri er talan um harðskap, sum fer undir ta harðaru greinina í revsilógini, grein 245, sum snýr seg um at brúka eitt »vápn« at gera fólki skaða.
Vaktleiðarin sigur, at tey halda seg vita, hvør gerningsmaðurin er, men tey bíða til fólk eru edrú og kunnu avhoyrast, sigur hann.