Fekk eina dóttur og misti mannin

Hvat er at gera, tá lívsinnihaldið broytist totalt, og tú stendur einsamøll eftir við tveimum smábørnum? Tað sigur Beinta Laursen frá í samrøðuni. Hon hevur ferðast víða seinastu 15 árini. Eftir lokna útbúgving í Keypmannahavn gekk leiðin til Bosnia og haðani til Grønlands. Nú hevur Beinta Laursen keypt hús í Havn og stovnað “fysioterapi við Havnará” í hugnaligu sethúsunum við Hoydalsvegin

Beinta Laursen er 39 ára gomul og eigur tvær døtur. Annika er níggju ára gomul og lítla Bjørg hálvtannað ár.

Tá hon í síni tíð skuldi fara undir útbúgving, ætlaði hon at lesa sjúkrarøktarfrøði fyri seinni at fara út í heim at arbeiða. Tíverri dámdi henni ikki at síggja blóð, og fór hon undir at lesa til fysioterapeut í Keypmannahavn.

Hon var liðug útbúgvin í 1994, men í útbúgvingartíðini setti hon seg í samband við leiðaran av hjálparfelagsskapinum “Læknar uttan landamørk”. Tað førdi hana í 1996 til Bosnia. Seinastu 10 árini hevur hon búð og virkað í Grønlandi.

Eftir lokna útbúgving fór Beinta Laursen í starv á Hvidovre sjúkrahúsi, har ein deild júst var stovnað fyri sjúklingar við heilabløðing og blóðtøppum. Á deildini vóru talipedagogar og ergo – fysio terapeutar. Deildin var stovnað fyri at kanna, hvussu væl sjúklingar kundu koma fyri seg, um teir fingu bráfeingis hjálp og venjing. Úrslitini vóru sera góð, og tað vísti seg, at nógv fólk komu væl frá sjúkutilburðunum.

Starv í Bosnia

Tá Beinta á fyrsta sinni vendi sær til felagsskapin “Læknar uttan landamørk”, hevði hesin ikki royndir at senda aðrir fakbólkar enn læknar og sjúkrasystrar út í onnur lond at arbeiða, men í 1996 vendi leiðarin fyri deildina í Danmark sær til hennara. Hon tók av tilboðinum at fara til Bosnia at arbeiða. Beinta fekk til uppgávu at stovna fysioterapi í Gorazada, einum lítlum býi við 5000 íbúgvum, umleið tveir tímar frá Sarajevu. Hospitalið í býnum var bumbað, og nógv fólk vóru komin til skaðis, sigur Beinta Laursen og heldur fram:

- Endamálið við felagsskapinum var m.a. at læra upp íbúgvar á staðnum, sum kundu halda fram við virkseminum, tá ið vit fóru avstað aftur. Eg lærdi eina bosniska gentu arbeiðið.

- Hetta var eftir, at Dayton avtalan varð undirskrivað, og har var rættiliga friðarligt. Í landinum búðu mest muslimar, men eisini serbar í einum øki. Høvdu vit ørindi eitt nú í Sarajevu, sum var ein koyritúrur umleið tveir tímar burturi, skuldu vit gjøgnum eitt øki, har serbar búðu. Tá noyddust vit at koyra í konvoy fyri at sleppa higar, sigur Beinta Laursen.

- Í Gorazade vóru psykiatarar og sálarfrøðingar, sum góvu bráfeingis hjálp, og síðani annað starvsfólk, eitt nú fysioterapeutar, sum kundu venja og styrkja sjúklingarnar upp aftur.

- - Vit fingu stovnsett eina góða og væl virkandi fysioterapideild. Umframt tað fóru vit eisini út á bygdir, sum lógu avbyrgdar frá hinum partinum av landinum.

- - Tá vit fóru út, høvdu vit tulk og vegleiðara við okkum. Bilurin varð settur einar tveir tímar frá eini bygd, og so fóru vit til gongu eftir einari smalari rípu í landslagnum, av tí at landminur vóru í økinum.

- - Sum flest allastaðni, so vóru smábygdirnar ikki so væl útbygdar sum inni í býnum. Eitt nú tá eg vitjaði ein 12 ára gamlan brekaðan drong, var tað avmarkað, hvat vit kundu gera.

- Tey brekaðu á bygd vóru fyri tað mesta hildin innandura. Tað bøtti heldur ikki um at geva teimum ein koyristól, tá bert moldvegir vóru í bygdini. Tað besta, vit kundu gera, var at geva teimum ein góðan stól at sita í og tílík hjálpitól, sigur Beinta Laursen.

- Henni dámdi væl í Bosnia og umhugsaði at leingja um tíðina har, men fór ístaðin til Grønlands at arbeiða á sjúkrahúsinum í Juleanehåb, har hon starvaðist í tvey ár.

 

-

Úr Bosnia til Grønlands

Í Bosnia hitti Beinta Laursen fyrsta mann sín, sum var ættaður úr Sweits. Tey giftust og fingu dóttrina Anniku og fóru saman til Grønlands og arbeiddu á sjúkrahúsinum í Juleanehåb.

Árið eftir fóru tey hvør til sítt, og maðurin fór heimaftur. Beinta varð verandi í Grønlandi og hitti har Ova Laursen. Hann var dani, og hevði arbeitt sum tryggingarmaður, áðrenn hann keypti eitt hotell í Juleanehåb. Tað kravdi stórar ábøtur, og Beinta fekk til uppgávu at innrætta og nútíðargera hotellið. Hon gavst í sínum faki og fór tá undir at arbeiða innan hotelyrki tey næstu trý árini.

- Hotellvirksemi er eitt strævið arbeiði, har tú ert til arbeiðis at kalla allan sólarringin, sigur Beinta og heldur, at hetta yrkið meira er ein lívsstílur enn eitt vanligt arbeiði.

- Tað var eisini strævið, av tí at grønlendska arbeiðsmegin oftani er so óálítandi. Tað tók mær trý ár at fáa góð starvsfólk, sum kendu ábyrgd og komu til arbeiðis eftir avtalu.

- - Ætlanin var, at eg sum fráleið skuldi arbeiða hálva tíð á hotellinum og hin partin við fysioterapi, og tí innrættaði eg eisini fysioterapi og wellness stovu á hotellinum.

 

- - Tíverri skuldi tað ikki ganga eftir ætlanini, og alt broyttist eftir lítlari løtu, sigur Beinta Laursen.

Boð um lív og samstundis deyða

Eitt vetrarkvøld gleið 55 ára gamli Ove Laursen í hálku og meiddi seg í økslina. Tá hann fór til kanningar á sjúkrahúsinum, vísti tað seg, at hann hevði krabbamein í lungunum, og at sjúkan var so álvarslig, at tað møguliga einki var at gera fyri at fáa heilsubót.

- Vit høvdu leingi ynskt okkum at fáa eitt barn, men eg hitti reis tvær ferðir, áðrenn tað eydnaðist. Hetta hendi alt um somu tíð. Vit vóru ógvuliga fegin, men eg vildi einki siga fyri familju og vinum, fyrr enn eg hevði verið í skannaranum og fingið vissu fyri, at alt var í lagi, sigur Beinta Laursen.

- Tá eg kom til skanningina, og alt var sum tað átti vera, hitti eg samstundis læknan, sum hevði kannað Ova. Vit kendust og høvdu arbeitt saman, so eg spurdi, um eg ikki kundi sleppa at síggja myndirnar, sum hann hevði tikið av manninum. Tá fekk ein stóran skelk, tí lungnamyndirnar vóru so ræðuligar, at eg ivaðist í, um nakað var at gera.

- - Tað var so løgið, at eg ikki dugi at siga frá, hvussu tað kendist – fyrst at hava fingið góð boð um barnsburðin og so í sama mundi at fáa skelkandi vitanina um mann mín. Eg fór óglað heimaftur og kendi meg púra hjálparleysa, men eg segði einki fyri Ova, um at eg hevði sæð myndirnar.

- - Vit gjørdu skjótt av, seldu hotellið og fóru til Danmarkar, tí Ove helt, at danska sjúkrahúsverkið hevði størri møguleika at hjálpa honum.

- Tá vit komu til samtalu á sjúkrahúsinum í Herning, higar vit vóru flutt, og Ove hevði verið til kanningar, legði eg til merkis, at læknin var illa við, tá hann sá, at eg var við barn. Mín hugsan var beinanvegin, at vit ikki fóru at fáa góð boð. Læknin segði eisini, at einki var at gera, og at Ove bert hevði hálvt til eitt ár eftir at liva.

-

- Doyði tveir mánaðar seinni

- Hetta var í januar 08, og í oktober sama ár andaðist Ove. Tá var lítla Bjørg fødd og tveir mánaðar gomul.

- - Tað var tó ein uggi, at Ove var hjástaddur, tá eg átti, men tað gekk kortini ikki upp fyri mær, at hann skuldi doyggja. Hann hevði øgiliga sterkan persónleika, og hóast eg sá, hvønn veg tað bar, so vildi eg ikki við mær sjálvari ásanna, at hann ikki fór at liva.

- Beinta situr hugsunnarsom lítla løtu og sigur stillisliga: Sorg er eitt løgið fyribrigdi og við hvørt eitt sindur sjálvsøkin. Eg hugsi, at tað bert er væl, at hann slapp, av tí at tað var einki lív eftir hjá honum. Síðani sigur hon brosandi: Lítla Bjørg líkist so nógv pápa sínum, bæði í útsjónd og verumáta. Tað er sum at hava ein part av honum eftir, sigur Beinta Laursen.

- Í juli mánaði í fjør komu Beinta og børnini heim til Føroya. Tað var so heppið í øllum tí dapra, at hon fekk starv í Havn og eisini eitt stað at búgva.

- - Tað at koma heim var so ótrúliga gott fyri okkum tríggjar. Her hava vit ommur og abbar, sum taka hond um okkum og hjálpa so ómetaliga væl. Hóast Anniku leingist til Grønlands, har hon hevur livað sítt lív, so er hon glað fyri skúlan her og fyri at sleppa í Havnardal við abbanum ella bara at taka telefonina og ringja til ommu. Hennara størsti áhugi er at sita á rossabaki, og sum hon segði nú ein dagin: Tað er deiligt í Føroyum. Tað er tekin um, at hon trívist, sigur Beinta og leggur aftrat: - Hetta hevur verið ein long ferð, ja ein sigoynaraferð, tí vit hava flutt so ofta, bæði millum londini og í Grønlandi.

 

Vit eru komnar heim

Vit sita í vakra urtagarðinum á Hoydalsvegi , og Beinta lítir hugagóð kring seg og sigur: Hetta er mítt, og nú vóni eg bert, at eg og børnini finna friðin, so sárini kunnu lekjast, og ikki minst, at einki óvanligt hendir aftur í okkara lívi. Harnæst at mítt arbeiði fer at hilnast, sigur Beinta Laursen.

- Nú havi eg fingið dreymin uppfyltan um at stovna egið virki. Húsini eru í fýra hæddum og innrættað við stórum ljósum rúmum og atgongd fyri fólki í koyristóli og tílíkum. Umframt vanliga fysioterapi havi eg serliga royndir at arbeiða við sjúklingum, sum hava havt blóðtøppar ella heilabløðing og vóni, at eg fái brúk fyri mínum royndum á hesum øki, sigur Beinta.

- Um tað at koma heimaftur eftir 15 ár í útlegd, sigur Beinta Laursen:

- Tað er so hugaligt at koma heimaftur, bert tað at ganga gjøgnum býin, hitta kend fólk og fáa eitt prát. Tó er ein broyting hend hesi árini, eg havi verið burtur.

- - Fólk hava nógv meir um oyruni nú enn áður. Tað merkist, at fólk eru strongd. Eitt nú siga fólk, eg hitti, at tey hava ringa samvitsku av ikki fáa í lag, at vitja meg.

- Tað er kortini ikki so løgið at fólk eru strongd, av tí at bæði børn og vaksin hava so nógv at fara til. Eg eri bilsin av, hvussu nógv tiltøk eru um dagarnar, bæði fyri børnum og vaksnum. Tað er ógjørligt hjá teimum flestu, sum hava arbeiði og familju, at røkka til, um tey skulu fara til øll hesi tiltøkini. Soleiðis var ikki, áðrenn eg fór avstað, tí tá vóru so fá tiltøk at fara til, at øll høvdu stundir at luttaka, sigur Beinta Laursen.

-

 

-