Fekk ein risastóran høgguslokk

Høgguslokkurin, sum filipinski útróðrarmaðurin fekk, var heilar 2,4 metrar langur, og hetta er sambært tíðindastovuni AP størsti høgguslokkur, sum nakrantíð er sæddur í økinum.

Tað vakti forvitni, tá ein útróðrarmaður á filipinsku oynni, Tawi-Tawi, kom aftur av útróðri fríggjamorgunin við einum risastórum høgguslokki.

 

Hetta eru ikki teir høgguslokkarnir, sum vit kenna á okkara leiðum og sum føroyskir útróðrarmenn og línumenn annars egna sínar húkar og línur við.

 

Høgguslokkurin, sum filipinski útróðrarmaðurin fekk, var heilar 2,4 metrar langur, og hetta er sambært tíðindastovuni AP størsti høgguslokkur, sum nakrantíð er sæddur í økinum.

 

- Eg kenni útróðrarmannin, sum fekk stóra fongin, og tað má hava verið ógvuliga trupult hjá honum at fingið hann inn í bátin, sigur ein útróðrarmaður í økinum, Harold Eduardo Curtis.

 

Eitt sórt tal av lokalum íbúgvum vildu síggja risastóra høgguslokkin, sum veruliga vakti ans í økinum fríggjadagin, tá maðurin kom aftur av útróðri.