Vikuskiftissosialurin hevur seinastu tíðina varpað ljós á føroysku kjakmentanina. Nógv tos hevur verið um, at kjakið til tíðir gerst ov ljótt og ein teirra, sum hevur merkt hetta, er Kári P. Højgaard.
Hann varð skýrdur landasvíkjari og fekk dulnevndar deyðshóttanir eftir samráðingarnar við CIP. Tá er kjakið farið út um mark, sigur Kári P. Højgaard.
Kári P. Højgaard er kanska ikki millum mest umstríddu politikkararnar, men kortini hava bylgjurnar brotið høgt um hann til tíðir, serliga tá hann var landsstýrismaður. Hann stóð fyri fólkaatkvøðuni um kommunusamanlegging, sum var illa lýdd um stóran part av landinum, men harðastu álopini komu í samband við avtaluna við CIP um at byggja Eysturoyartunnilin.
- Tað nívdi nógv, at fólk tá kallaðu meg fyri landasvíkjara og tað var lítið hugaligt at finna dulnevnd brøv í postkassanum, har deyðshóttanir vóru settar fram, sigur Kári P. Højgaard. Brøvini hevur hann víst løgregluni.
- Sjálvandi skulu vit tola eitt sindur, men ofta fer kjakið langt út um mark. Tað nívdi meg, at fólk kallaðu meg landasvíkjara í samband við CIP-málið, og slíkt haldi eg ikki, at vit eiga at góðtaka. Øll hava síni mørk, eisini vit politikkarar, sigur Kári P. Højgaard.
Les meiri um, hvat Kári P. Højgaard og aðrir løgtingslimir halda um kjakmentanina í Føroyum í Vikuskiftissosialinum.