Fekk deyðan hval í garnið

Ein fiskimaður í Finnmørkini í Norðurnoregi gjørdist ikki sørt skakkur, tá hann um vikuskiftið fór at hyggja at einum laksagarni, sum hann hevði standandi. Tað vísti seg, at hann hevði fingið fong og ivaleyst tann størsta fongin nakrantíð, men tá hann fór at kanna garnið, sá hann, at ein deyður hvalur hekk í tí.

Løgreglan í Finnmørkini sigur við Aftenposten, at hvalurin var ímillum sjey og níggju metrar langur, men einki verður sagt um, hvat fyri hvalur hetta var. Løgreglan sigur, at hvalurin var ikki deyður av at vera komin í garnið, men at hann var komin rekandi í tað.

Sjóverjan hevur nú togað tann deyða hvalin burtur.