Fekk debut 235 dagar seinni

Hann skrivaði undir FC Barcelona í juli í fjør, men hevði ikki loyvi at spæla fyrr enn í gjár.

Arda Turan, FC Barcelona-leikarin t.v. í myndini.

Tá ið FC Barcelona í gjár vann 4-1 ímóti grannunum úr Espanyol, var ein nýggjur leikari at síggja á liðnum hjá FC Barcelona. Heilt nýggjur er hann tó í grundini ikki, tí Arda Turan skrivaði undir við felagið fyri einum hálvum ári síðani.

Fyrsti dystur hansara var tó ikki fyrr enn í gjár, 235 eftir at hann skrivaði undir. Orsøkin var tann, at FC Barcelona hevði fingið flytingarforboð, soleiðis at nýggir leikarar ikki kundu skrásetast fyrr enn flytingarvindeygað lat upp nú fyrst í januar.

Dysturin í gjár var fyrsti dystur hjá Arda Turan síðani 17. mei í fjør, tá ið hann við Atético Madrid spældi ímóti júst FC Barcelona. Bíligur var hann ikki at fáa, tí FC Barcelona mátti leggja umleið 250 mió. kr. á borðið, umframt møguligar 50 mió. kr. afturat alt eftir hvussu hann avrikar.

Arda Turan byrjaði á vonginum, men hann átti ikki nakran lut í teimum fýra málunum, sum Messi (2), Piqué og Neymar stóðu fyri. Arda Turan fekk 68 minuttir á vøllinum áðrenn hann varð avloystur av Ivan Rakitic og varð fagnaður av FC Barcelona-viðhalsfólkunum.