Eitt ferðsluóhapp hendi í Suðuroy fyrrapartin í dag.
Beint eftir klokkan 10 í morgun fór ein bilur út av vegnum omanfyri Porkeri. Í bilinum var ein maður, sum hevði fingið dánilsi og tískil misti tamarhaldið á bilinum.
Onkur annar bilførari kom á staðið og ringdi eftir sjúkrabili, sum síðani flutti mannin á Suðuroyar Sjúkrahús.
Sambært løgregluni fekk maðurin ikki álvarsaman skaða av hendingini.