Býarrætturin í Keypmannahavn dømdi í dag ein 43 ára gamlan mann til psykiatriska viðgerð í óásetta tíð fyri at hava sent Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra hóttanarbrøv. Tað er staðfest, at maðurin er sinnissjúkur, og í fyrstu atløgu skal hann á eitt sjúkrahús.
Tað var seinasta summar, at maðurin, sum er úr Kalundborg, sendi Lars Løkke Rasmussen brøv, har hann hótti forsætisráðharran við lívinum. Samstundis sendi hann fleiri fjølmiðlum brøvini. Løgreglan valdi at geva manninum eina ávaring fyrst, men tá hann helt fram at senda forsætisráðharranum hóttanarbrøv, bleiv maðurin tikin í august í fjør.
Í brøvunum til forsætisráðharran kravdi maðurin, at Danmark skuldi taka sínar hermenn úr Afghanistan innan 27. september í fjør. Bleiv tað ikki gjørt, fóru hann og hansara bólkur at gera av við forsætisráðharran.
-Harra forsætisráðharri. Tú hevur minni enn níggju vikur eftir, skrivaði maðurin í einum brævi, sum hann skrivaði undir við egnum navni og bústaði.