Maðurin, sum stakk varafútan og fekk dóm fyri tað, hevur aftur í dag verið í Føroya rætti. Hesaferð var tað fyri at hava hótt fútan. Tað kostaði honum fongsul í fýra mánaðir, og hesin dómur verður lagdur aftrat teimum tveimum árunum, hann fekk fyri at stinga varafútan og fyri at hava skotið við ólógligum vápni.
Maðurin kom heim úr Danmark beint fyri ólavsøku, eftir at hava sitið varðhaldsfongslaður. Hin 16. august varð hann dømdur í Føroya rætti og nakað eftir, tá hann var í øðrum ørindum á løgreglustøðini í Havn, bað hann um at sleppa at tosa við fútan.
Hetta var í sambandi við, at rættarmálið hjá honum skuldi í landsrættin. Tað vóru tvey mál, og hann vildi hava tey skild frá hvør øðrum.
Hann hevði verið heldur ógvusligur á løgreglustøðini, og hetta fekk skrivstovufólk og løgreglufólk at greiða fútanum frá, hvat var hent. Maðurin hevði millum annað sagt, at vildi fútin ikki tosa við seg, fór hann at vitja hana, og hann legði líka í, um tað var kvøld ella nátt.
Seinni hevði fútin ringt til hansara, og hann hevði sagt ymiskt við hana tá. Alt hetta varð hann dømdur fyri, men hann kærdi dómin á staðnum. Hann segði seg als ikki hava hótt fútan í hesum sambandi.