Í gjárkvøldið var løgreglan í Vágum, tí har hevði onkur í Miðvági fingið tað hugskot at sleipa eina sletu við fólki í aftur úr einum bili.
- Vit fóru á staðið, og her fingu vit sjón fyri søgn - at bilur hálaði sletu aftur úr. Hetta er sjálvsagt ikki loyvt og gevur bilføraranum eina bót.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at nú kavin liggur, og bæði børn og vaksin spæla sær úti á vegunum, er umráðandi at taka atlit.
Einaferð hava vit øll verið børn, og ivaleyst er okkurt gjørt, sum kanska var betur ógjørt.
Løgreglan frámælir sjálvsagt, at farið verður út á alfaraveg við sletu aftur úr einum bili, og hetta gevur eisini bót sambært ferðslulógini.