Norska Hercules-flogfarið, sum rendi á svenska fjallið Kebnekaise um kvøldið tann 15. mars, fekk boð frá loftferðslueftirlitinum um at flúgva niðan fyri hæddina á fjallinum. Boðini komu frá eftirlitinum í Kiruna í Svøríki, hagar flogfarið skuldi.
Hetta stendur í einari fyribilsfrágreiðing, sum svenska skaðanevndin hevur lagt fram í dag. Í frágreiðingini sæst, at eftirlitstornið í Kiruna hevði samband við tað norska flogfarið, stutt áðrenn tað rendi inn í fjallalíðina. Tað var flogfarið, sum setti seg í samband við tornið, haðani tað fekk boð um at flúgva í "floghædd 70", og tað er lægri enn Kebnekaise. Tríggjar minuttir seinni rendi flogfarið inn í líðina á fjallinum við 500 kilometra ferð og fór í smildur.
Svenska skaðanevndin vil tó ikki siga, at boðini frá torninum í Kiruna elvdu til vanlukkuna. Hetta skal kannast nærri. Eitt nú eru flúgvileiðararnir í Kiruna ikki avhoyrdir enn.
Vanlukkan við Hercules-flogfarinum kravdi fýra mannalív (myndin).