Fekk black-out í storminum

Regin Jacobsen váttar, at nýggi brunnbáturin í nátt fekk eitt black-out, tá hann var á veg um Eystnes.

Um trítíðina í nátt, fekk MRCC-støðin boð um, at nýggi brunnbáturin hjá alirisanum Bakkafrost, hevði fingið eitt black-out. Tá var skipið stadd sunnanfyri Eystnes. Tað skrivar jn.fo.


Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, váttar fyri in.fo, at skipið fekk eitt black-out, tá tað var á veg aftur á Skálafjørðin.


- Hans á Bakka fekk eitt black-out, tá skipið var á veg heimeftir. Manningin umborð kastaði beinanvegin eitt akker fyri borð, og fingu síðani tendra motorarnar aftur. Tá talan er um eitt so stórt skip, so má trygdin vera í ordan. Tí fekk MRCC boð um hendingina, og manningin bíðaði so eftir Brimil, áðrenn akkerið varð tikið uppaftur.
Skipið lá sunnanfyri Eystnes í umleið hálvanannan tíma.


Veðrið var rættiliga ringt um hetta mundi, og Regin Jacobsen váttar søguna hjá JN.fo, um at skipið rak móti landi.


- Hetta var mitt um náttina, tá stormurin var upp á tað ringasta. Vindurin lá um einar 25 metrar um sekundi, so skipið rak eitt sindur, men tað var ongin vandi.


Tað er ikki langt síðani, at Bakkafrost fekk handað nýggja brunnbátin frá eini skipasmiðju í Turkalandi, men tað órógvar ikki stjóran, at skipið longu hevði trupulleikar í nátt.


- Alt er nýtt og manningin er eisini nýggj. Tað er nógv ymiskt, ið skal fáast upp á pláss, og teir vita nú, hvat tað var, ið hendi.