Í russiskum miðlum verður funnist hvassliga at brasilska áleyparanum hjá Zenit Skt. Pætursborg, Hulk, sum í gjár spældi ein út av lagi vánaligan dyst ímóti Kuban Krasnodar. Sport-express skrivar, at hann misti bóltin 37 ferðir, og at hann sá út til at hava tikið fýra-fimm kilo uppá.
Tað kann vera ein heilt serlig orsøk til tað. Blaðið skrivar, at eins og við so mongum øðrum fótbóltsspælarum hendan flytingargluggan, so var áhugi fyri honum úr Kina, har hann fekk bjóðað ein serstakliga lokkandi sáttmála.
Kinesiska felagið, sum ikki er nevnt við navni, bjóðaði eftir øllum at døma 29 ára gamla áleyparanum ein fimm ára sáttmála, har hann stóð til at tjena einki minni enn 748 milliónir krónur.
Zenit Skt. Pætursborg var tó ikki áhugað í at flytingin skuldi fara fram, og sambært russiska blaðnum, so er Hulk somikið ónøgdur um støðuna, at hann ikki vildi kýta seg í dystinum í gjár, sum lið hansara annars vann 1-0.











