Fekk bót fyri hassj

Tað hevur verið ógvuliga friðarligt hjá løgregluni í nátt, og einasta hending av týdningi var, at ein maður, sum kom við Norrönu í morgun, hevði hassj uppi á sær. Vakthavandi hevði ikki nógv at greiða frá í morgun.

- Nei, tað er lítið hent í nátt. Ein maður hevði fingið ríviligt innanborða og varð koyrdur heim, sigur vakthavandi.

Einasta hending umframt var, at ein maður varð tikin fyri at hava hassj uppi á sær.

- Maðurin hevði eitt gramm av hassji uppi á sær og varð tikin í tollinum, tá hann kom í land av Norrönu. Nøgdin er kortini so lítil, at hann sleppur við einari bót, upplýsir vakthavandi.