Fekk bót fyri at rópa eftir politisti

Ein unglingi er drigin í rættin fyri at rópa ókvæmisorð eftir einum politisti

Tað er ólógligt at rópa ókvæmisorð eftir politistum.

Í morgun fekk ein ungur maður 1000 krónur í bót fyri at hava rópt ókvæmisorð eftir einum politisti ímeðan ein stór fjøld av fólki hoyrdi.

Tað var í góðari kenning, at maðurin gekk og dreivaði mitt á vegnum seint á kvøldið, so at bilarnir ikki fingu koyrt fyri honum.

Tá ið ein politistur á motorsúkklu kom á staðið í eini roynd at fáa hann inn á gongubreytina, gav hann framhjólinum á súkkluni eitt gypp.

Men tá ið politisturin so fortaldi honum, at hetta kostaði eina bót, bleiv hann í øðini og fór at rópa ókvæmisorð eftir politistinum.

“Fucking reyvarhol”, “fucking tøs” og “fucking idiot” vóru ókvæmisorð, sum politisturin mátti leggja oyra til.

Og tá ið hann so framvegis heldur ikki vildi flyta seg av vegnum, so at bilarnir fingu koyrt, varð hann lagdur í hondjørn og koyrdur í fullbrummu eina løtu.

Hann bleiv ákærdur fyri at rópa ókvæmisorð eftir einum politisti í eini mannamúgvu og fyri at hava órógva ferðsluna og tað kostaði honum 1000 krónur í bót.

Sjálvur vildi maðurin bara hava alt yvirstaðið, so hann tók við dóminum. Hann hevði verið fullur og býttur, sum tikið var til í rættinum og hann hevur heldur ongantíð áður verið í hóslagi við løgregluna.