Fekk bót

Fyrr í ár gjørdu danskir fjølmiðlar nógv burturúr, at bóndin Jørgen Tørnæs hevði havt tveir letlendingar og ein ukraina í arbeiði á garðinum, sjálvt um teirra arbeiðs- og uppihaldsloyvi vóru farin úr gildi.

Teir seinastu mánaðarnar hevur løgreglan í Holstebro kannað málið, og í dag fær Jørgen Tørnæs at vita, at hann skal gjalda 143.000 krónur í bót fyri lógarbrotið. Í gjár segði hann, at hann heldur bótina vera órímiliga, men at hann kortini hevur gjørt av at gjalda hana.

Jørgen Tørnæs er kanska ikki tann einasti danski bóndin, sum hevur brúkt ólógliga arbeiðsmegi. Men hansara mál vakti serligan ans, tí hann er giftur við menningarmálaráðharranum, Ullu Tørnæs, og tað vóru eisini tey, sum vildu vera við, at hon hevði verið vitandi um tey ólógligu viðurskiftini. Men tað avsannaði hon, og tí fekk málið ongar politiskar avleiðingar fyri hana.