Afturkomin
Saltangará:
Bólturin hjá tí nú 10 ára gamla Andriasi Troest Hansen úr Saltangará fór á sjógv fyri hálvumsætta ári síðan og varð burtur. Men nú er hann afturkomin. Av Norðurlandinum í Íslandi.
Tey vóru familjuútferð í Dali, tey hjá Andriasi. Og smádreingirnir spældu bólt, sum teir eru vanir. Ter brúktu bóltin hjá Andriasi, sum mamman hevði verið so fyrivarin at skriva navn og telefonnummar á, um han skuldi blivið burtur.
Men tað hjálpti bara einki, tá hann fór á sjógv í Dali og rak til havs, hildu tey.
Men fyri umleið einum mánað síðan ringdi telefonin hjá Andriasi og teimum. Úr Íslandi. Ein kona fortaldi teimum, at tey høvdu ein bólt, sum Andrias átti. Og tey vildu fegin senda bóltin aftur til Føroya.
Tað gingu nakrir dagar, so kom bólturin í einum pakka. Saman við einum korti, sum vísir, hvar hann er funnin og einum lokalblaði, har maðurin, sum fann hann, hevur greitt frá hesum bóltinum og einum øðrum, hann eisini hevur funnið á sama rekaplássi. Hesin seinni var tó íslendskur.
Pápi Andriasar, Hallur, greiðir frá, at tey ringdu úr Íslandi og søgdu frá hesum. Maðurin, sum eitur Ingólfur Sveinsson, er bóndi á Lágmúla, sum liggur á vestara armi á Skagafirði uppi á Norðurlandinum í Íslandi.
Hann hevði funnið hendan bóltin, men dugdi ikki beinanveg at finna fram til, hvaðani hann var. Tí bara fimm tøl vóru í telefonnummarinum, sum skrivað var á hann.
Tað er ikki fyrr enn væl eftir, at bólturin er farin á sjógv, at vit í Føroyu hava fingið sekscifrað telefon nummar.
Hallur sigur, at nú má hann fara at senda teimum á Lágmúla ein Sosial, nú bólturin eisini er komin í føroysku pressuna.
Andrias heldur alla hendingina vera sera stuttliga og væntar, at nú sleppur hann helst til Íslands at hitta mannin, sum fann honum bóltin aftur. Og tað heldur pápin eisini kundi kanska verið stuttligt. Í hvussu er ætlar hann at fáa samband við hesi fólkini, sum hava sent teimum hendan bóltin aftur, sum hevur verið burtur í hálvtsætta ár.