Í fjør fekk landskassin tilsamans 476,1 millión burtur úr fiskivinnuni og alivinnuni.
Tað staðfestir Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Magnus Rasmussen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hana, hvussu nógv landskassin hevur fingið burturúr alivinnuni og fiskivinnuni hesi seinastu 20 árini.
Kristina háfoss sigur, at í fjør fekk landskassin 237,5 milliónir burtur úr fiskivinnuni og 239,1 milliónir burtur úr alivinnuni, ella tilsamans 476,1 millión.
Kristina Háfoss leggur kortini afturat, at summi tøl, kanska serliga tey allarnýggjastu, skulu takast við ávísum fyrivarni, tí talan er um metingar.
Men tað er greitt, at tað eru serliga hesi seinastu fimm árini, at landskassin hevur fingið nakað beinleiðis burtur úr, tí í 2010 fekk landskassin 16,4 milliónir burtur úr fiskivinnuni tilsamans og í 2011 kom talið upp á 140,8 milliónir og síðani hevur talan verið um ímillum 160 og 237 milliónir um árið.
Men tað merkir so eisini, at øll árini frammanunan hevur talið verið ein viðfáningur av tí, tí tey árini fekk landið bara ímillum fimm og 16 milliónir um árið burtur úr fiskivinnuni.
Her talan um felagsskatt, kapitalvinningsskatt, tilfeingisskatt, avgjald á fiskatilfeingi, uppboðssølan og skatt av vinningsbýti.
Og sama myndin er galdandi fyri alivinnuna, tí tað er bara hesi seinastu fýra árini, at alivinnan hevur goldið ímillum 100 og 239 milliónir um árið í landskassan, men áðrenn var talan bara ein viðfáningur av tí.
Her er talan um felagsskatt, kapitalvinningsskatt, tøkuskatt, loyvisskatt og skatt av vinningsbýti.