Fekk 6060 ára fongsul

Ein dómstólur í miðamerikanska landinum Guatemala hevur dømt ein fyrrverandi hermann 6060 ára fongsul fyri at hava verið við í einum hópdrápi fyri 30 árum síðani.

Tann 55 ára gamli Pedro Pimentel Rios bleiv tikin í USA í 2010 og sendur til Guatemala. Hann er tann fimti hermaðurin, sum er dømdur í sambandi við hópdrápið í bygdini Dos Erres, har ein servand deild hjá guatemalska stjórnarherinum myrdi fleiri hundrað menn, kvinnur og børn.

Pimentel hevur alla tíðina noktað seg sekan, men í rættinum varð hann dømdur 30 ára fongsul fyri hvørt dráp og harafturat 30 ár fyri brotsverk ímóti mannaættini. BBC sigur, at tann drúgva revsingin hevur ongan veruligan týdning, tí harðasta revsing í Guatemala er 50 ára fongsul.

Í fjør vórðu fýra aðrir fyrrverandi hermenn dømdir í sambandi við hópdrápið í Dos Erres.