Fekk 52 prosent

Hóast tað endaliga úrslitið av forsetavalinum í Íslandi í gjár ikki er kunngjørt enn, er tað greitt, at Ólafur Ragnar Grímsson varð afturvaldur við 52 prosentum av atkvøðunum. Næstflestar atkvøður fekk Þóra Arnórsdóttir, sum fekk 33 prosenmt. Forsetin tykist vera serliga væl umtóktur á Suðurlandinum, tí í Suðurvaldøminum fekk hann meiri enn 62 prosent av atkvøðunum.

Fýra onnur valevni vóru. Ari Trausti Guðmundsson fekk knappliga 9 prosent, Herdís Þorgeirsdóttir knappliga 3 prosent, Andrea Ólafsdóttir knappliga 2 prosent og Hannes Bjarnason umleið 1 prosent.

Valluttøkan var 69,2 prosent.

Hetta er triðju ferð í søguni hjá íslendska lýðveldinum, at verandi forseti hevur havt mótvalevni, og hesaferð fingu mótvalevnini munandi størri undirtøku enn hinar báðar ferðirnar. Í 2004 stillaðu Ástþór Magnússon og Baldur Ágústsson upp ímóti Ólafi Ragnari, men ta ferðina fekk hann kortini 86 prosent av atkvøðunum.