Fekk 5000 krónur í bót fyri ólógligt vakmyndatól

Dátueftitlitið meldaði hýruvognsførara fyri at hava sett vakmyndatólk upp í bilinum

 

Ein hýruvognsførari hevur nú fingið 5000 krónur í bót fyri at hava sett eitt vakmyndatól upp í bilinum, uttan at hava fingið loyvi til tað.

 

Tað var Dátueftirlitið, sum meldaði hýruvognsføraran.

 

Dátueftirlitið sigur, at tey høvdu frætt, at nakrir hýruvognsførarar, ella hýruvognsstøðir, høvdu í umbúna at seta vakmyndatól upp í forrútinum á hýruvognunum, við tí endamáli at taka ferðsluna, og annað, ið fyrifórst frammanfyri hýruvognin, upp.

 

Dátueftirlitið vendi sær til hýruvognsstøðirnar og allar hýruvognsførararnar, og gjørdi vart við, at verða vakmyndatól sett upp, skulu ávísar treytir lúkast og at øll vakmyndatólk skulu fráboðast Dátueftirlitinum.

 

Dátueftirlitið vísti eisini á, at tað kann eisini vera brot á lógina um vakmyndatól í privatum høpi, at seta vakmyndatól upp í forrútin á einum bili, so at tað tekur alt upp, sum fer fram á gøtum, vegum og plássum, sum verða nýtt til vanliga ferðslu.

 

Tá ið samanumkom, vísti tað seg, at tað var bara ein hýruvognur, ið hevði vakmyndatól.

 

Hesin hýruvognsførarin varð biðin um at boða Dátueftirlitinum frá vakmyndatólinum. Men hann lat ikki við seg koma, og sostatt bar ikki til at taka støðu til, um talan var um lógligt, ella ólógligt vakmyndatól, sigur Dátueftirlitið.

 

Tískil varð hýruvognsførarin meldaður, og Dátueftirlitið vísti somuleiðis løgregluni á, at hýruvognsførarin var á Facebook, har hann eisini hevði lagt upptøkur av vakmyndatólinum í bilinum.

 

Hýruvognsførarin varð ákærdur fyri at bróta lógina um persónsupplýsingar og tað endaði við, at hann fekk 5.000 krónur í bót.