Tá ið Regin Vágadal fór úr starvinum sum stjóri á Strandferðsluni, fekk hann løn í níggju mánaðir.
Tað upplýsti Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í lógarmálum, í Løgtinginum í morgun.
Bill Justinussen, løgtingsmaður, vildi hava at vita frá landsstýriskvinnuni, hvussu nógv tað hevði kostað í uppsagnarlønum og øðrum útreiðslum at flyta Strandferðsluna úr Havnini til Suðuroyar.
Hann vildi eisini hava at vita, hvussu nógv tað hevði kostað landskassanum í eykaútreiðslum, at stríð tók seg upp ímillum Jacob Vestergaard, sum var landsstýrismaður tá, og stjóran á Strandferðsluni, um skipararnar á Smyrli.
Hann sipaði til orrustuna ið tók seg upp, tá ið Jacob Vestergaard tvíhelt um, at teir báðir gomlu skiparararnir, sum annars skuldi leggja frá sær við eftirløn, skuldu sleppa at halda fram í parttíðarstarvi, hóast stjórin hevði sett aðrar skiparar.
Løn í seks mánaðir
Í kjalarvørrinum á øllum rumblinum um Strandferðsluna, varð dúgliga kjakast og gitt um, hvussu nógv hetta hevði kostað skattgjaldarunum.
Og Bill Justinussen helt avgjørt, at tað hevði áhugað at vita, hvussu nógv embætisførslan á hesum øki hevur kostað stattaborgarunum.
Helena Dam á Neystabø segði, at tá ið avgerð varð tikin um at flyta Strandferðsluna til Suðuroyar, varð avtalað, at tey, sum ikki vildu flyta við til Suðuroyar, skuldu fáa løn í eitt hálvt ár.
Talan var um eini 15 starvsfólk, sum sostatt fingu 150.000 í part og tað var ein avtalað, sum varð gjørd í samráð við lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum.
Tilsamans kostaði hetta sostatt landskassanum 2.250.000 milliónir.
Annars kostaði sjálv flytingin 600.000 krónur, tí starvsfólkið fluttu sjálvi innbúgv og útgerð suður.
Fekk 450.000 krónur
Hinvegin fór Regin Vágadal frá sum stjóri í kjalarvørrinum á ósemjuni um skipararnar á Smyrli og í hesum sambandi varð avtalan, at hann skuldi hava uppdagnarløn í níggju mánaðir og talan er sostatt um eina upphædd upp á 450.000 krónur í uppsagnarløn.
Annars hevur starvssetanin av skiparum ikki kostað landskassanum eyka útreiðslur, tí tann skiparin, sum varð seinast settur, fór í annað starv og siglur ikki við Strandferðsluni.
Sostatt kostaði flytingin tilsamans 3.275.000 krónur.
Hinvegin upplýsti Helena Dam á Neystabø eisini, at tað var heldur bíligari hjá Strandferðsluni at leiga í Suðuroy enn tað var at leiga í Havn, so har var talan um eina ávísa sparing.
Væl sloppið
Jacob Vestergaard helt, at hetta var serstakliga væl sloppið, tí flytingin hevur havt fantastiska góða ávirkan á lokalsamfelagið í Suðuroy.
Jenis av Rana helt, at talan var um eina óneyðuga útreiðslu, sum landskassin kundi sloppið undan, hevði flytingin verið væl fyrireikað og væl fyriskipað.
Bjørn Kalsø helt at tað var nógv áhugaverdari at líta frameftir og kanna eftir, hvussu stovnurin virkar og at syrgja fyri, at hann virkar sum best.
Hinvegin helt Annika Olsen, at tað var umráðandi, at stovnar ikki verða fluttir fyri einhvønn prís Nakrir stovnar liggja kanska best aðrastaðni, men tað er eisini ógvuliga umráðandi at vit hava ein sterkan høvuðsstað, helt hon.
Helena Dam á Neystabø helt eisini, at tað var neyðugt at vísa varsemi, tá ið stovnar verða fluttir og hóast hendan samgongan hevur sett sær fyri at menna útjaðaran, fer hon ikki at skræða almennar stovnar í Havn upp við rót og flyta teir út á bygd frá degi til dags.