Fekk 43 krónur fyri kg. av aldum toski

Norskir toskaalarar eru ímóti, at prísreglurnar í Ráfiskalógini eisini skulu fevna um aldan tosk

Noreg

Seinastu tíðina hevur nógv verið frammi í Noregi um aldan tosk og um, hvussu gongst við hesi aling, søluni og øðrum viðurskiftum í hesum sambandi.

Metprísur

Fyri jól fekk norska fyritøkan, Villa Cod Farm, heilar 43 norskar krónur í miðal fyri 12 tons av aldum toski. Fiskurin, sum varð sendur á marknaðin, var avhøvdaður, sløgdur, ísaður og pakkaður í kassar.
Útflutningsfeløgini, Pan Marine og Terra Seafood, seldu fiskin fyri framleiðaran. Fiskurin fór til keyparar í Fraklandi, har hann skuldi etast á nýggjárinum.
Í Noregi verður sagt, at orsøkin til høga prísin, var, at torført var at fáa fatur á villum toski, samstundis sum lítið var til av tøkuførum alitoski.
Toskur, sum vigar meira enn 3 kilo, er tann dýrasti á marknaðinum, og lítið er til av hesum fiski í norsku aliringunum.
- Vit rokna ikki við so høgum prísum aftur, men einar 30 krónur í miðal fyri kilo, vænta vit at fáa, sigur Johan E. Andreassen, Villa Cod Farm.
Hvussu nógv lá eftir hjá alibrúkinum við hesi søluni, veit Johan ikki at siga.
- Hetta hava vit ikki roknað uppá, sigur hann við norsk bløð.

Toskur og laksur

Villa Cod Farm keypti toskayngulin frá støðini, sum norska Havgranskingarráðið hevur, fyri 13 krónur stykkið.
Í dag hevur felagið 35.000 toskar í aliringum á sjónum. Fiskurin verður væntandi tøkuførur um eitt ár ella so.
- Kemur prísurin á ynguli á sama støði, sum prísurin á laksasmolti, megna vit at framleiða toskin líka so bíliga sum laksin, sigur Johan.
Í Noregi hevur verið frammi at leggja søluna av aldum toski undir prísreglurnar, sum eru galdandi í Ráfiskalógini, men hesum er norski toskaalarin harðliga ímóti.

Uppskotið fallið

- Tað er bara ein lítil partur av alda toskinum, sum fer út á feskfiskamarknaðin. Tí fer hesin fiskurin ikki at skaða marknaðin fyri villan tosk, sigur hann.
Norska stórtingið hevur atkvøtt um eitt uppskot, sum hevur til endamáls at leggja søluna av alitoski undir prísreglurnar í Ráfiskalógini, men uppskotið er fyribils fallið í tinginum.