Fekk 3.000 ára fongsul men sat bara 21 ár

Baskiski yvirgangsmaðurin Jose Ignacio de Juana Chaos sat bara í 21 av teimum 3.000 árunum, sum hann upprunaliga bleiv dømdur at sita í fongsli

José Ignacio da Juana Chaos, sum var ein av teimum ringastu ETA-yvirgangsmonnunum, varð í 1987 dømdur 3.000 ára fongsul fyri at hava myrt 21 fólk umframt annað yvirgangsvirksemi og hóttanir í áttatiárunum.

Men hóast hann fekk 3.000 ára fongsul fyri sítt yvirgangsvirksemi, er hann longu nú frælsur maður. Um vikuskiftið varð hann latin leysur úr fongslinum í Madrid. Tá hevði hann sitið gott 20 av teimum 3.000 árunum handan rimarnar.

Avgerðin at lata tann kenda yvirgangsmannin leysan hevur vakt stóran ans í teimum sponsku fjølmiðlunum. Avvarðandi hjá teimum, sum hann beindi fyri ella gjørdi seg inn á, og nógvir politikarar høvdu mótmælt, at José Ignacio da Juana Chaos bleiv latin leysur.

Avgerðin vakti serliga stóran ans, tí tað júst nú eru 40 ár síðani tað fyrsta ETA-morðið tann 2. august í 1968. , tá limir í baskiska loysingarfelagsskapinum myrdu ein løgreglumann í býnum San Sebastian.

Tann ringasta atsóknin, sum José Ignacio da Juana Chaos varð dømdur fyri, var í 1986, tá ein atsókn, sum hann hevði lagt til rættis, kostaði 12 løgreglumonnum lívið.