Viðhvørt er lívið ov gott til at vera satt. Hetta mátti ein amerikumaður sanna herfyri, tá hann av órøttum fekk 25 milliónir krónur á kontoina. Ein maður frá New York gjørdist sera bilsin herfyri, tá ið bankin upplýsti honum, at 25 milliónir stóðu á bankabókini. Har áttu bert at verið 2000 krónur á kontoini.
- Eru tit vís í, at hetta er rætt? spurdi maðurin frá Brooklyn i New York, tá hann fekk boðini um, at 5,8 milliónir dollarar, ella umleið 25 milliónir kr. stóðu á kontoini.
- Ja, svaraði bankin.
Síðani livdi Benjamin A. Lovell í villasta marglæti í fýra vikur. Brúkti einar 10 milliónir til íløgur, gimsteinar til elskaran, tannrøkt og vitaminir. Hetta veit JP at siga frá Daily News hósdagin.
Men, alt hevur ein enda - serliga tað sum er so gott, at tað er ikki kann vera rætt.
Tað var nevniliga peningurin hjá 57 ára gamla Benjamin S. Lovell, sum 48 ára gamli Benjamin A. Lovell hugnaði sær við.
Meðan harra S. Lovell er sølumaður og forvinnur einar 3.000 kr. um vikuna, hevur fýra børn og býr í húsinum hjá mammuni, er harra S. Lovell skógva-framleiðari frá Philadelphia og eigur einar 25 milliónir á bók.
Nú er Benjamin A. Lovell handtikin, og kann vænta sær ein fonglulsdóm uppá eini 25 ár.