Fekk 22 milliónir í endurgjaldi

Fyri trimum árum síðani fekk amerikanska Charla Nash stóran skaða, tá sjimpansan Travis leyp á hana í Stamford í USA. Charla misti misti nøsina, eyguni, oyruni og báðar hendurnar og var fullkomiliga ókennilig.

Stutt eftir hendingina stevndi familjan hjá Charla Nash sjimpansueigaran, Sandra Herold, eftir 50 milliónum dollarum ella 285 milliónum krónum í endurgjaldi. Nú hevur rætturin endað málið og givið Nash fýra milliónir dollarar ella 22 milliónir krónur í endurgjaldi, sigur Sky News.

-Málið er endað, og eg haldi, at hetta er ein rættvís neyðsemja fyri allar partar, sigur Brenden Leydon, sum hevur verið sakførari hjá Charla Nash.

Travis leyp eisini á eina kvinnu í 1996, men hon fekk bara smávegis skaða.