Í gjár, og í nátt hevur løgreglan havt nakað av stríðið av fullum monnum. Tríggjar ferðir vóru boð eftir løgregluni eftir fullum monnum. Tveir av teimum vórðu fingnir á føtur, og so varð ikki gjørt meiri við tað.
Men tann triði maðurin var so ólátaður, at onnur høvdu ampa av honum og tískil varð hann tikin við á løgreglustøðina. Úrslitið var, at hann fekk eina bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar, tað er tað, sum fyrr kallaðist politiviðtøkurnar. Og tað er ikki einki, tí bótin er 1.500 krónur, so tað er ein dýrur umgangur ikki at duga sær hógv.











