Í Filipsoyggjunum er ein maður dømdur 14.400 ára fongsul fyri kynsligan ágang ímóti sínari egnu dóttir so at siga hvønn dag í eitt heilt ár. Tað var í 2001, at pápin gjørdi seg inn á gentuna. Tey bæði búðu í býnum Los Baños tætt við høvuðsstaðin Manila, men mamman var burturstødd í arbeiðsørindum í Hongkong hesa tíðina.
Í 2006 varð maðurin dømdur til deyða fyri illgerðirnar, men nú er dómurin broyttur til 40 ferðir lívlangt fongsul fyri hvørja av teimum 360 neyðtøkunum ella tilsamans 14.400 ár.
Maðurin bleiv avdúkaður, tá gentan sýtti fyri at fara heim aftur til hansara, eftir at hon hevði hildið summarfrí hjá skyldfólki. Tað endaði við, at hon greiddi frá tí, sum var hent. Mamman bleiv boðsend at koma heim, og stutt eftir varð maðurin tikin.










