Fekk 11 kalvar á 10 stampum

Fyri løtu síðan legði báturin Skottin, sum Johan Mc Donald í Havn eigur, at í Vágsbotni. Í bátinum lógu ikki færri enn 11 kalvar, sum Johan og ein vinmaður hava fingið á 10 stampum vestanfyri Koltur.

Johan sigur, at teir egndu við seiði, og størsti kalvin, sum teir hava fingið í morgun, liggur um 200 pund. So, hetta er ein rættiliga stórur fiskur.

- Her eru 11 kalvar tilsamans, og eg meti, at samlaða vektin liggur um 700-800 pund, sigur hann.

Johan Mc Donald leggur aftrat, at kalvin verður lagdur upp á landingarmiðstøðini í Havn, og veiðan verður seld á søluni hjá Fiskamarknaði Føroya.