Tað var Sune Roel Joensen, sum fekk fulla plátu í gekka-spælinum í kvøld og slapp at snara hjólinum.
- Vit eru á Argjum, men búgva á Amager. Vit eru komin heim í jólafrí, segði hann við gekkavertin, Magnus Magnussen.
Høvuðsvinningurin í kvøld var á 370.000 krónur, sum Sune Roel Joensen valdi at koyra í gula leypin.
Í fyrstu royndini steðgaði hjólið á 15.000 krónum, og í aðru royndini á 10.000 krónum.
- Vit taka síðstu ferð eisini, segði hann.
Í triðju og seinastu royndini steðgaði hjólið aftur á 10.000 krónum, sum eisini gjørdist vinningurin í kvøld.
- Tað er fínasta slag. Tað er eisini gott, segði Sune Roel Joensen, sum satsaði alt og brúkti allar teir møguleikar, hann hevði.