Fekk 10 minuttir í Levanger sigri

Tvey umfør eru eftir, og Levanger hevur tvey stig upp til bjarging í næstbestu fótbóltsdeildini

Liðið hjá føroyska landsliðsspælaranum í næstbestu, norsku fótbóltsdeildini, Levanger var suðuri í Rogalandi og vitjaði Sandnes ULF.

 

Dysturin endaði við 3-2 sigri til Levanger. Eitt úrslit, sum Levanger hevði hart brúk fyri, tí liðið úr Trøndelag hevur nú bert tvey stig upp til 12. plássi í deildini, sum merkir bjarging, og eina verandi støðu, sum OBOS liga lið komandi kappingarár. Levanger er nummar 13 av teimum 16 liðunum við 30 stigum aftaná 28 dystir. Follo liggur á týðandi 12. plássinum við 32 stigum. 

 

Kaj Leo í Bartalsstovu kom inn, tá 80 minuttir vóru farnir av dystinum, og sambært heimasíðuni hjá Levanger hevði Kaj Leo ein góðan møguleika, sum kundi givið mál. Sandnes var á odda bæði 1-0 í fyrra hálvleiki, og 2-1 í seinna hálvleiki, men Levanger svaraði aftur í báðum førum, og ímóti dystarenda gjørdi Sandnes sjálvmál, so Levanger fekk tryggjað sær ein sera týðandi 3-2 sigur á útivølli. 

 

Í komandi umfari vitjar Levanger, sum er á 13. plássi júst Follo, sum liggur á 12. plássi, sum merkir bjarging til komandi kappingarár. Vinna Kaj Leo og Levanger hendan dystin verða teir eitt stig frammanfyri Follo, áðrenn seinasta umfar. Í seinasta umfarinum 1. november tekur Levanger ímóti greiða oddaliðnum, Sogndal, sum longu hevur tryggjað sær uppflyting upp í tippuliguna.