Sambært amerikanska læknatíðarritinum, Journal of Medical Association, eiga øll menniskju at eta fisk í minsta lagi tvær ferðir um vikuna.
Tað góða, sum fiskur ger likaminum, telir meira enn teir heilsuvandar, ið kunnu verða.
Amerikanska tíðarritið veit eisini at siga, at alilaksur er besti fiskur at eta.
Gransking hevur verið bæði í USA og Evropu, og granskarar eru komnir eftir, at vandin fyri at doyggja av hjarta/æðrasjúkum minkar við 36%, tá ið tú etur feitan fisk. Somuleiðis minkar vandin fyri, at tú doyrt ov tíðliga við 17%.
At brúka heilivág fyri somu heilsutrupulleikar, sum fiskur loysir, minkar um deyðstíttleikan við bert 15%.