Í kvøld verða fyrru 1/8 finalurnar í Europa League, sum telur lið sum FC Barcelona, Sevilla, FC Porto og West Ham, men øll sleppa ikki víðari. Eitt felag, sum ikki kemur víðari er Spartak Moskova, ið er útihýst av UEFA vegna kríggið í Ukraina. Tí er RB Leipzig víðari.
Tveir dystir vóru í gjár. Franska Lyon vann 1-0 á útivølli móti FC Porto, meðan týska Eintracht Frankfurt vann 2-1 í Sevilla móti Real Betis. Í dag verða so fimm fyrru 1/8 finalurnar. Stórur áhugi er fyri dystinum í Sevilla, har heimaliðið fær vitjan av West Ham. Premier League felagið er ikki vanligur gestur í evropiskum fótbólti, so áhugin úr Ongland er størri enn vanligt.
FC Barcelona spælir á heimavølli móti Galatasaray, sum hevur sæð betri dagar. Rangers, sum vann á Borussia Dortmund í undanfarna umfarinum, fær vitjan av Reyðu Stjørnu. Braga fær vitjan av Monako, og álopssinnaða Atalanta úr Italia fær vitjan av Leverkusen.
Mikudagin:
Porto 0-1 Lyon
Real Betis 1-2 Eintracht Frankfurt
Í dag:
Sevilla (ESP) - West Ham (ENG)
Rangers (SCO) - Crvena zvezda (SRB)
Braga (POR) - Monaco (FRA)
Atalanta (ITA) - Leverkusen (GER)
Barcelona (ESP) - Galatasaray (TUR)