Havn: Tað er kalt í luftini, og nakað væl av høgætt. Men tað leggja hesir ungur dreingirnir líka í.
Teir eru meiri upptiknir enn so av venjingum sínum á skate-board. Teir ansa hvørki veðri, vindi ella umboðini fyri tíðindatænastuna sum nærkast uttandura venjingarhølunum.
Staðið er økið við Læraraskúlan í Havn, har lagdur er ein vøllur til teir mongu skatarnar í Havnini. Tað er ikki dagur at ikki onkur ella fleiri teirra savnast her.
Og nú vit eru komin oman til anleggið, skilst á monnum at her er ein øðrvísi spenningur í køldu luftini í dag enn áður. Nú hava teir veruliga fingið nakað at stríðast fram ímóti.
Teir hava langt síðani hoyrt um ta spennandi skatara-kappingina, sum verður í ítróttarhøllini á Hálsi seinni í hesum mánaðinum.
Nú má venjast til hesa kappingina, har møguleiki verður at ogna sær bæði steyp og aðrar góðar vinningar. Og so sleppa teir sjálvandi eisini at hitta aðrar skatarar úr øllum landinum.
Kappingin, sum hevur heitið Xplotion, og sum er um at bresta av góðum upplivingum, verður fríggjadagin og leygardagin í næstu viku.
Hóast teir ungu ikki hava fyri neyðini at melda seg til kappingina, so skilst kortini á teimum at áhugin fyri at luttaka er ovurhonds stórur.
Feitt tiltak
Ólavur Guttesen er ungi maðurin, sum stendur fyri hesi kappingini. Og hann er eisini spentur uppá hetta vikuskiftið.
Hann tók herfyri stig til eitt átak, sum hann nevnir bøn fyri skúlunum. Og henda kappingin er ein partur av hesum.
-Í sambandi við bønarátakið so hava vit sett okkum fyri at hava tvey serstøk tiltøk um árið. Og hetta skatara-vikuskiftið er so annað teirra.
-Og endamálið? Ja, tað er stutt sagt at skipa eitt feitt og vilt tiltak fyri ungdómin, sigur Ólavur Guttesen.
Hann hevur tí, saman við góðum fólki, lagt upp til eitt sera spennandi og fjølbroytt vikuskifti í ítróttarhøllini.
Kappingin millum skatarnar er sjálvandi høvuðsevnið í tiltakinum, men har verða eisini nógvur tónleikur, prædikur og framsýningar á skránni.
Venja við breytirnar
Sjálv skatara-kappingin byrjar fríggjadagin 20. mai, tá ítróttarhøllin á Hálsi verður latin upp fyri almenninginum ? ella rættari sagt, teimum ungu og spentu skatarunum.
Hesir sleppa so at royna seg í teimum anleggunum, sum eru sett upp til sjálva kappingina. Á henda hátt fáa teir eisini ein møguleika at venja seg við tær ymisku breytirnar.
Nakað áðrenn kl. 20 verður høllin afturlatin eina løtu, meðan seinastu fyrireikingarnar fara fram til kappingina. Løtu seinni verða tær so lætnar uppaftur til kappingina, sum byrjar kl. 21.
Leygardagin verður høllin somuleiðis opin fyri venjingum, eins og vinnararnir skulu finnast í teimum ymisku breytunum.
Til slíkar kappingar er sjálvandi neyðugt við vinningum. Her hevur eydnaðist fyrireikarunum at fáa góðar vinningar til vega.
Tann besti skatarin fær í fyrsta lagi eitt steyp til ognar, men fær eisini eitt skatara-bretti frá handlinum X-size í Havn. Næstbesti og triðbesti skatarin fáa t-skjúrtu frá sama handli, og sum eisini hevur sølubúð á tiltakinum.
Kendir bólkar
Men tað verða kortini ikki bert kappingar á skránni hetta vikuskiftið.
Sum ein annan part av tiltakinum verður eisini nógvur tónleikur á skránni.
Hesin tónleikur verður bæði við plátuvendarum og sjálvandi eisini við livandi tónleiki.
Sambært skránni so fara tveir av kendu bólkunum í Føroyum at spæla hvør sítt kvøld. Fríggjakvøldið fer Braquet, sum vit kenna frá Prix Føroyar-kappingini at spæla, og leygarkvøldið ein annar kendur bólkur, nevniliga Direct Level.
Á skránni eru eisini prædikur og annað í hesum sambandi, tí grundarlagið undir sjálvum tiltakinum er jú tað andaliga.