Feitt Live kvøld í Margarinfabrikkini

TÍÐINDASKRIV

Enn einaferð lata ART og Spren rex í felag dyrnar upp á Margarinfabrikkini.
Hesuferð við eini Rock The Palace live konsert við trimum av teim bestu mest hartsláandi undirgrundsbólkunum í landinum, nevniliga
onkikanndiskuterast.altkann, Lama Sea og 48 Pages. Allir bólkar sum eru kendir fyri at sparka r....
Tað er ikki so langt síð-ani at teir báðir fyrstu bólkarnir spældu á MF,við eini dundrandi succes. Eftir nógvar áheitanir og støð-ugan ágang verða teir so aftur at hoyra saman við Babypunkarunum burturav 48 Pages,sum hava gjørt seg sera galdandi á pallinum seinastu tíðina.
 Onkikanndiskuterast.altkann, hava lova eina ørðvísi konsert,við tað at teir fyri eina ferð skyld ,kanska, eru fullmannaðir, hóast teirra eyðkenni er, at teir við teirra púra øra og øsandi blanding av blues og heavyrokki, klára at blæsa takið av líkamikið um teir eru tríggir ella seks manns.
Lam Sea eru í toppform og teir fara at skríggja og skrála seg út um pallkantin. Teir spæla teirra egna bland av góðum nýggjari funky poppi,sum teir tó leggja eitt sindur á hylina,hetta kvøldið,og so einum slagið av Led Zeppelinaktigum tónum.
Special Guest hetta kvøldið eru 48 Pages, kanska tann allarmest punkuti bólkurin í dag.Teir halda seg ikki hava funnið nøkur mørk enn so teir spæla sum tað passar teimum.
Alt í alt kann roknast við at hetta verður ein av teim allarfeitastu konsertunum her á Føroya landi í ár. Tónleikurin er sjálvandi, sum altíð, originalur føroyskur tónleikur til eitthvørt oyra sum hoyra vil.