Feitir kroppar á marknaðarplássi

Seinastu dagarnar hava nógvir útbjóðarar verið í Vágsbotni við nátungum, sum í løtuni verða seldir fyri 70 krónur fyri fuglin Nátungatíðin styttist og skulu fólk, sum enn kundu hugsað sær ein bita av hesum góða og feita fugli, ikki gerast ov sein á sjóvarfallinum, er tað eitt gott høvi at leita sær oman á marknaðarplássið í Vágsbotni.

Í løtuni liggja bátar við bryggju, og á snotuliga marknaðarplássinum bjóða menn, sum hava tikið nátungar, fuglin til sølu fyri 70 krónur, sum má sigast at vera rímiligur prísur í hesum dýrtíðum.

Aftur í dag eru bátar á nátaveiði, og ivaleyst loysa enn fleiri í morgin, tá leygardagur er, og flestu hava frí.

So, neyvan verður hetta seinasti dagur, at menn eru á marknaðarplássinum í Vágsbotni við hesum góðu bitum.

Men nú styttist tíðin, og óhugsandi er ikki, at morgindagurin verður ein hin seinasti til tøku á hesum sinni.