Feitir filmar á Roskilde

Roskilde Festivalurin hevur nú kunngjørt filmprogrammið fyri festivalin í ár, har filmar eru úr so at siga øllum genrum. Roskilde Cinema bjóðar uppá eitt átta dagar langt filmprogram á ársins festivali, tá ið upphitingin til festivalin byrjar 29. juni.

 

M.a. verður heimsfrumframsýning av tveimum nýggjum donskum filmum ?Blå mænd? hjá Rasmus Heide og ?MollyCam? hjá Aage Raid-Nordentoft.

 

Eisini verður írski fólkamusicalurin ?Once? vístur umframt væl umtókti ?The Simpsons?-filmurin.

 

Til ber at síggja alla skránna á heimasíðuni hjá Roskilde Festivalinum: www.roskilde-festival.dk.