Smákøkur við jarðnøtum
Uml 25 smákøkur
120 gr. av grovthakkaðum jarðnøtusmøri
120 gr. av smøri
120 gr. av sukri
120 gr av ráum rørsukri
1 egg
175 gr. av hveitimjøli
½ tsk. av bakipulvuri
½ tsk. av natron
75 gr. av saltaðum peanuts - jarðnøtum
100 gr. av góðari, myrkari sjokolátu
Píska jarðnøtusmørið saman við smørinum. Piska bæði sløgini av sukri sera væl í. Lat eggið í og píska til kremið er tjúkt. Blanda mjøl, bakipulvur og natron og lat í deiggið saman við grovthakkaðu jarðnøtunum og tí grovthakkaðu sjokolátuni. Skeiða smákøkurnar við einari súpuskeið á plátuna við bakipappíri. Trýst køkurnar flatar við skeiðini. Baka við 175 stigum í uml. 12 min. Lat køkurnar kølna á ristini, og goym tær væl í einari dós.
Fudge brownies
36 petti
115 gr. av góðari, myrkari sjokolátu
125 gr. av smøri
125 gr. av bleytum smøri
400 gr. av sukri
3 stór egg
1 tsk. av vaniljusukri
125 gr. av hveitimjøli
1 knsp. av salti
100 gr av hakkaðum valnøtukjarnum
Smelta sjokolátuna saman við 125 gr. av smøri. Píska tað væl og set til viks at kølna. Píska restina av smørinum væl og leingi saman við sukrinum. Lat eggini í – eitt í senn – og píska til deiggið er lætt og luftigt. Rør vaniljusukur og sjokosmørblandið í.
Blanda salt og nøtir í mjølið og rør hetta í deiggið. Rør deiggið og legg tað í eitt lítið fat (25x35cm) við bakipappíri á botninum. Baka køkuna í ovni við 180 stigum í 30-40 min., ella til hon er hampiliga føst, tá ið tú trýstir á hana. Tak køkuna út og lat hana kølna, áðrenn tú sker hana.










