Kærunevndin í ættleiðing hevur givið ættleiðingarmyndugleikanum viðhald í ikki at góðkenna ein umsøkjara sum ættleiðingarforeldur, tí umsøkjarin var ov feitur. Kærunevndin í ættleiðing hevur í einum av sínum síðstu avgerðum í ár givið ættleiðingarmyndugleikanum viðhald í ikki at góðkenna ein umsøkjara sum ættleiðingarforeldur, tí umsøkjarin var ov feitur og harafturat hevði trupulleikar av blóðtrýstinum.
Áðrenn foreldur kunnu ættleiða skulu tey góðkennast sum foreldur. Góðkenningartilgongdin er mangan strævin, og skulu foreldur bæði hava tol og áhaldni, áðrenn endalig avgerð verður tikin. Endamálið við ættleiðing er, at børn skulu fáa foreldur, og fyri at røkka hesum endamálinum, hevur myndugleikin skyldu til, at gera tað sum er møguligt at tryggja, at ein ættleiðing er fyri barnsins besta.
Heilsuviðurskiftini hjá umsøkjaranum er partur av samlaði metingini. Metur myndugleikin, at heilsuviðurskiftini hjá umsøkjara stríða ímóti grundregluni, at ein ættleiðing skal vera fyri barnsins besta, verður umsóknin ikki gingin á møti.