KONSERT
Í samband við mentanarvikuna í Runavík í síðstu viku, spældu Lena, 200 og Týr á stórari, ókeypis konsert, sum var sera væl eydnað. Hóast veðrið var ringt, var lagið gott á teimum umleið 900 áhoyrarunum, sum vóru komnir í ítróttarhøllina í Runavík.
Lena byrjaði konsertina við livandi ljósum á pallinum og hugtók við sínum vøkru og fangandi sangum. Næsti bólkur á pallinum var 200, sum skrúvaði ferðina heilt í topp. Tað hoyrdist og sást, at bólkurin var sera væl dámdur millum áhoyrararnar. Týr endaðu konsertina við einum braki við teirra eyðkendu løgum, og øll sungu dúgliga við.
Vegna veður varð mótasýningin, sum skuldi vera í einum telti uttanfyri, flutt inn í høllina, og bleiv ein partur av showinum. Handlarnir Shop-Inn og Trend Floor vístu nýggjasta mótan. Showið hjá Trend Floor var nýskapandi og passaði væl til atmosferuna, sum var í høllini millum framførslurnar hjá 200 og Týr.
Føroya stuttligasti maður, Hilmar Jan Hansen, var frásøgufólk og kom sera væl frá uppgávuni. Millum annað var ein av klassikarunum hjá Hilmar Jan, Tobbi, á skránni.
Alt í alt eitt gott tiltak, sum sambært fyrireikarunum møguliga verður afturvendandi.










