Leygarkvøldið verður heiðurskonsert fyri Elton John, sum farna vikuskiftið rundaði sjeyti.
Elton John telist millum størstu poppkomponistar í tónleikasøguni, og hann hevur verið virkin, síðani hann var ungur maður. Eftir hann liggur ein lang røð av kendum og minni kendum sangum.
Leygarkvøldið fer ein bólkur undir leiðslu av Páll Sólstein, sum dagliga stavast á Kongaliga Teatrinum í Keypmannahavn, at spæla sangir hjá Elton John. Solistar á konsertini verða Hans Andrias Jacobsen, Ingibjørg Hansen, Pætur við Keldu og Rani Nolsøe.
Eisini fer Andras Sólstein at hugleiða um Elton John.
Tvær konsertir verða leygarkvøldið, tí upprunaliga konsertin er útseld, og eykakonsert er sett á skránna seinni á kvøldinum.