Ein feilur var í skipanini hjá vinnuvitan.biz. Tveir stjórar eru í felagnum, Mayfinn Norðoy og Petur Kári Dal-Christiansen, sum býta hesa inntøku millum sín, og í hesi upphædd er eisini eftirlønin hjá teimum.
Á listanum stóð SMS á 12. plássi við einum stjóra. SMS hevur tveir stjórar, og nevnda upphæddin er tað, sum báðir stjórarnir fáa tilsamans.










