Feilur skapti millióning

Tá vit í blaðnum mikudagin høvdu listan við 25 teim­um »stjóra­vin­ar­lig­astu fyri­tøk­u­num í Før­oy­um«, gjørd­ist Atli Greg­er­sen nógv tann ríkasti stjór­in, tí sam­bært www.vinnuvitan.biz tjenti hann einsa­mall­ur 5,5 mill­i­ón­ir í fjør.

Men her hava tey á www.vinnuvitan.biz, sum Dimm­a­lætt­ing eig­ur og rek­ur, gjørt ein feil, tá tey hava skriv­að rokn­skap­in hjá P/F Fúta­kletti av. Reg­in Greg­er­sen, sum er nevnd­ar­for­mað­ur, sig­ur, at tal­ið upp á 5,5 mill­ión­ir krón­ur er sam­laðu løn­ar­út­reiðsl­ur­nar hjá fel­ag­­num, alt­so løn­ir­nar, sum øll starvs­fólk­ini hava fing­ið til­samans.

Og tá Fúta­k­lettur soleiðis fór av topp 25 listanum kem­ur P/F Wen­zel upp á 25. pláss. Teir báðir stjór­ar­inir í bil­­a­søl­u­ni P/F Wenzel fingu til­samans 929.000 krón­ur í løn í fjør.