Á heimasíðuni hjá Eik verður sagt, at eftirlønarflytingar, sum vórðu gjørdar 4. mars, eru farnar av konto tvær ferðir - bæði 4. og 5. mars.
Hartil veit in.fo frá øðrum arbeiðsgevarum, at skeivleikar eisini hava verið við eftirlønarflytingum, sum eru gjørdar 5. mars. Her er feilurin, at eftirlønin als ikki er farin av konto, hóast sjálv lønarflytingin ikki hevur víst nakra feilmelding.
Á heimasíðuni hjá Eik verður sagt, at hetta er galdandi fyri allar føroyskar peningastovnar, og at tað í løtuni verður arbeitt við at rætta mistakið.










