Fegnir vinnarar

Uni, Eyðun og Terji eita teir, sum er komnir víðari í finaluna í Prix Føroyar 2005. Og tað eru fegnir vinnarar, ið vit hitta eftir semifinaluna, men eitt sindur illa við ella ovfarnir eru teir ev heita kjakinum um aldur, ivasamar vinnarnar og annað

Uni við Gogo Blues, Eyðun og Showmenn og Terji Rasmussen og Band. Soleiðis eita teir, ið komu í finaluna í Prix Føroyar 2005. Og teir eru fegnir vinnarar.
                      - Sjálvandi eri eg fegin. Eg hevði ikki væntað tað, tí nógvir góðir tónleikarar vóru við í semifinaluni, og vónleyst  var at siga, hvør fór at vinna. Eg hevði onga hóming, men tá eg kom á pallin kendist alt rætt og bólkurin bleiv ein eind beinanveg. Onki við at ein skuldi berjast fyri at fáa tað at swinga, sigur Uni úr Gogo Blues.
                      Um finaluvónirnar sigur hann, alt kann henda og at hann sum so ikki hevur nakrar vónir. Og størsta týdningin hevur tað at lata tónleikin so væl úr hondum, sum ein kann. Uni er eisini fegin um, at útlendskir dómarar vera við til finaluna, tí teir koma við opnum sinni og taka støðu eftir tí teir hoyra júst tá.
 
Eyðun
- Ja, sjálvandi eri eg ein glaður maður og væl nøgdur, sigur Eyðun.
                      Men ymsar metingar hava verið frammi eftir semifinaluna.
                      - Ja, men ein má ansa sær, so hetta ikki verður persónligt, tí eg og onnur hava onki gjørt, uttan at meldað okkum til. Og t.d. eri eg fyrstuferð við til prix og eri tískil ikki ein, ið gongur aftur og aftur, men eg meti, at tað gekk væl í Trongisvági, sigur Eyðun.
                      - Nógvar atfinningar hava verið, m.a. um hvat vit kunnu bjóða útlendingum, men eg havi meldað til og uppfatað hetta sum eina føroyska tónleikakapping. Men eg eri partvís samdur við atfinnarunum. Kanska skal dómarasamansetingin endurskoðast, og tað teir hava at halda seg til í dømingini, metir Eyðun, sum nevnir Makrel og Lawets sum góðar bólkar.
                      - Atfinningarnar eru náðileysar, men eg fái eisini okkurt positivt at vita. Metingarnar eru nógvar og øll siga ikki sína meining. Men tá ein er tónleikari og frammi í Føroyum, so má ein tola slíkt, sigur Eyðun.
                      Hann heldur tað vera áhugavert, at fokus verður sett á aldur í so stóran mun.
                      - Mínar tónleikaligu fyrimyndir eru eldri enn eg, t.d. U2 og Eric Clapton. Hví kann tað ikki snúgva seg meira um tónleikin?, spyr Eyðun.
Hann er heldur ikki samdur í, at hann við at taka gamla lagið ?Dansa? við, royndi at vinna nøkur lættvunnin stig, tí sambært reglunum, so kunnu 25% av tilfarinum vera gamalt tilfar.
                      - Hatta lagið swingar væl og tað koyrir sera væl, tá vit spæla tað. Og vit kendu tað kanska, sum okkurt tílíkt vantaði hjá okkum, tí skráin annars var nakað still, sigur Eyðun.
                      Um vónirnar í finaluni sigur Eyðun, at nú mugu teir umhugsa hesa nýggju og eitt sindur óvæntaðu støðuna. Nakað av nýggjum verður kanska at hoyra, men ikki alt.
                      - Men tað besta eg kann gera, er at svara á pallinum, og so vóna, at eg kann tað, sigur Eyðun, og tilsipanin til kjakið eftir semifinaluna er ikki ring at hóma.
 
Terji
Eisini Terji Rasmussen er sera fegin um, at hann og bólkurin komu víðari.
- Longi væntaði eg ikki, at tað fór at ganga so, tí so sera nógvur góður tónleikur var at hoyra, t.d. All That Rain og Kristleif, sigur Terji, sum ikki smæðist fyri at viðganga, at tey smábrek, sum vóru í framførsluni hjá honum og gomlu fressunum, tey áttu hann sjálvur og má taka tey á sín kappa.
                      - Eg fór t.d. nakað niður í næsta lagnum, sigur Terji, sum eisini er púra ovfarin av at hoyra, at fokus verður sett á aldur í so stóran mun, men annars hevur hann als ikki sæð ella fylgt við í tí, sum hevur verið frammi eftir semifinaluna.
                      - Men eg skilji ikki hetta við aldrinum. Ein fótbóltspælari má gevast, tí tað forbjóðar seg sjálvt. Men ein tónleikari spælir longi og gerst ofta betri. Tað gera listafólk flest. Og eg ætli mær so at halda fram við at spæla til eg doyggi, sigur Terji avgjørdur.
                      - Men ein áhugaverdur spurningur er; Um tað er røtt avgerð, at vit komu víðari, so høvdu vit eisini komið víðari, tá vit vóru 23 ?ella 24 ár, tí tá gjørdu vit t.d. føstufressaplátuna, sigur Terji.
- Tað er kanska nakað við hesum, at tá ein er ungur kemur tað innanífrá, men tá ein gerst eldri, so gerst tað meira eitt hondverk. Men eg havi ilt við at góðtaka alt hetta við aldri. Eg meini so við, eg eri ikki eingang 40 enn. Og eg havi ongantíð hugsað um at fáa nakað at ljóða sum eitt ávíst tíðarskeið ella nakað tílíkt. Eg skrivi bara sangir, so einfalt er tað, sigur Terji.
                      Viðvíkjandi finaluni metir hann, at tá er tað dagsformurin, sum hevur týdning.
                      - Tað er næstan sum í fótbólti, smáflennir Terji.
                      -Vit fara at umhugsa, hvat vit skulu gera í finaluna, men tá vit er komnir so langt, so fara vit at royna at koma allan vegin, sigur Terji Rasmussen.